Tilmeldingin til kvøldskúlan 2023/2024 er endað.
Fyrispurningar kunnu sendast við telduposti til sag@skulin.fo
Privatpolitikkur í samband við tilmelding og gjald til kvøldskúlan
Lesi okkara yvirskipaða privatpolitikk her
Hvørjar upplýsingar savna vit?
Vit skráseta navn, bústa á luttakarum. Eisini skráseta vit luttøku á skeiðum og gjald fyri hesi.
Hvussu brúka vit hesar upplýsingar, og nær verða teir strikaðir?
Sambært roknskaparlógini, goyma vit upplýsingarnar í fimm ár. Eftir tað verða upplýsingar handaðar yvir til Tjóðskjalasavnið og síðani strikaðar í skipanini hjá kvøldskúlanum. Hetta er við heimild í § 5, stk. 1 í kunngerð um almenn savnindi og virksemið hjá Føroya Landsskjalasavni.
Deiling av tínum upplýsingum
Upplýsing um gjald verður deilt við Vága kommunu til rokniskaparlig endamál.
Dátueftirlit
Dátueftirlitið fyri hesa heimasíðu er: Skúlin á Giljanesi – føroyskt felag við virkisnummari (V-tal) 542571 og heldur til á:
Skúlin á Giljanesi
á Giljanesi 2
360 Sandavágur
344424
sag@skulin.fo
www.sag.fo
Dátuverndarfólk á skúlanum er Finnur Joen-Jacobsen
Hann kann hittast á tlf. 794426
Tíni rættindi
Tú hevur rætt til atgongd til allar upplýsingar, vit goyma um teg. Ynskir tú innlit í upplýsingar, vit goyma um teg, so send okkum ein teldupost á sag@skulin.fo
Vit svara tínum fyrispurningi í seinasta lagi 4 vikur eftir, at boðini eru móttikin.
Spurningar?
Ivast tú í onkrum, ert tú vælkomin at venda tær til okkum á 344424, 794426 ella á sag@skulin.fo.
Dagføringar
Okkara privatpolitikkur verður dagførdur, tá ið viðkomandi broytingar eru. Vit mæla tær til at vitja hesa síðu av og á og kunna teg um galdandi privatpolitikk.
Seinast dagført 2. novembur 2021