Øðrvísi undirvísing
Skúlin á Giljanesi hevur seinastu 2 árini roynt ymiskar hættir í samband við eyka undirvísing.
Royndirnar hava verið góðar og læruríkar. Út frá hesum royndum hava vit gjørt tillagingar og bjóða hesa undirvísing í Skúlanum á Giljanesi.
Tað er førleikastovan og leiðslan, ið gera av, hvør kann taka lut, og nær undirvísingin fer fram!
Flytandi verkstaðar undirvísing
Flytandi verkstaðar undirvísing fer fram á tann hátt, at tveir lærarar koma inn til ein árgang tveir tímar um vikuna í 4 vikur. Verkstaðar undirvísing er øðrvísi undirvísing við uppgávum, har næmingarnir sjálvir skulu finna út av tingum og kanna ymist. Lærararnir gera uppgávurnar til verkstaðin. Til hesa undirvísing taka 4 lærarar lut báðar tímarnar til eitt floks stig. Tað er 3. flokkur til og við 6. flokk, sum fáa vitjan av flytandi verkstaðarundirvísingini tvær
ferðir árliga.
Førleikabólkur
Tveir lærarar eru knýttir til bólkin tveir tímar um vikuna og ætlanin er, at 8-10 mæmingar eru í hvørjum bólki. Førleikaflokkurin fær undirvísing á løttum støðið og er fyri næmingar, sum skulu lyftast fakliga. Ein undirvísing, har næmingurin kennir, at ”hetta megni eg”. Her blanda vit næmingar úr ymsum floks stigum, soleiðis at hesir næmingar ikki føla, at tað bara eru teir, sum ikki megna vanligu floksundirvísingina so væl.
Øðrvísi bólkur, úti/rørslu bólkur
Tríggir lærarar eru knýttir til bólkin tveir tímar um vikuna, og ætlanin er, at 12 næmingar eru í hvørjum bólki. Hvørja 4. viku er nýggjur bólkur. Ætlanin við hesum tilboði er, at vit eru nógv úti, ganga túrar, vitja ymisk virkir og bygdirnar í Vágum og spæla. Næmingarnir læra at undrast á og uppliva ymist, har teir eru, og mennast sosialt.
Lesiskeið.
Skúlin hevur tveir serlærarar, ið hava lesiskeið. Lesiskeiðið er fýra tímar hvønn dag bæði í skúlanum í Miðvági og á Giljanesi. Lesiskeiðið er serliga fyri teir næmingar, sum hava trupult við at bróta lesukotuna og fyri næmingar, sum eru lesiveikir.
Rokniskeið.
Skúlin hevur tveir serroknilærarar. Hesir taka sær av at vegleiða lærarum, næmingum og foreldrum, sum ynskja vegleiðing. Rokniskeið er skipa soleiðis, at næmingar sum hava trupult við støddfrøði fáa eitt eykað skump. Undirvísingin er á løttum støðið. Hetta verður skipað í bólkum og bólkarnir skifta regluliga.
CD-orð
Skúlin hevur tveir lærarar, sum undirvísa í at nýta CD-orð forritið. CD-orð er fyri næmingar, sum hava sera trupult við stavseting og mugu hava eitt forrit at hjálpa til við stavsetingini, tá skrivað verður. Allir næmingar skúlans hava møguleika at fáa cd-orð á telduna heima. Skúlin eigur nakrar surfaceteldlar, ið næmingar sleppa at lána. Tey, sum hava sera trupult við stavseting, kunnu tosa stílar inn.
Skrivibólkar
Skúlin hevur tríggjar lærarar, sum hava skrivibólkar. Hetta fyri at menna skrivi førleikan hjá fleiri næmingum. Skrivi bólkar eru fyri næmingar í 7. flokki til og við 10. flokk. Ætlanin við skrivibólkunum er serliga at styrkja tey, sum hava trupult við at skriva, tað veri seg ein stíl, ella eina søgu e.l.
SI-venjingar
Skúlin hevur ein lærara, ið tekur sær av SI-venjingum við næmingum. Hendan venjing er fyri næmingar við motoriskum avbjóðingum. Hetta er serliga fyri næmingar í 1. flokki upp til 5. flokk. Hetta verður skipað í bólkum og bólkarnir skifta regluliga.
Orðblinda undirvísing
Skúlin hevur ein orðblinda lærara, sum undirvísir lesiveikum næmingum.
Orðblindalærarin kannar allar næmingar í 3. flokki fyri orðblindni. Hendan kanning staðfestir ikki beinleiðis orðblindni, men gevur eina ábending um næmingar eru lesiveikir ella sera lesiveikir.
Ein síða, har tú kann leggja føroyskan tekst inn og fáa hann upplisnan.
Videovegleiðingar til, hvussu tú nýtir ymisku funkurnar í CD-ORD 10. Skúlin hevur hald. Allir næmingar skúlans, ið hava henda tørv, kunnu fáa atgongd, eisini á heimateldur.
Nota er eitt ljóðbókasavn við ljóð- og e-bókum á nógvum ymiskum málum, tó fyrst og fremst á donskum og enskum. Onkur føroysk ljóðbók er eisini at finna her. Fyri at kunna nýta hesa síðuna, má mann vera limur í NOTA, og tað kann mann gerast umvegis skúlan, um mann er eitt nú orðblindur ella blindur. Hetta er ókeypis.
Her liggja nógvar bøkur (eisini talgildar) og filmir. Tú kanst velja Fólkaskúli í erva og síðan tær einstaku lærugreinirnar til vinstru.
Lærubøkurnar eru talgildar og veljast kann at fáa tær lisnar upp. Ritað verður inn við Office 365 brúkaranum, sum allir næmingar skúlans hava fingið. Kunning her: https://snar.fo/i-boekur
Heimasíða við persónligum søgum hjá fólki, sum liva við orðblindni. Her er eisini eitt yvirlit yvir hjálpimiðlar o.a.
Ein lítil filmur um, hvussu skúlalívið kann følast hjá einum næmingi, sum ikki veit av, at hann stríðist við orðblindni.