![](/admin/public/getimage.aspx?&Image=/Files/Images/Relatera%20til%20s%c3%b8gur/2024%201/forn%c2%b4qamskafe.jpg&Resolution=75&Compression=90&Width=420&Height=250&Crop=1)
30.1.2024 |
Fornámskafé
í skúlanum á Giljanesi týskvøldið 20. februar kl. 20.00
Góðu næmingar í 9. og 10. flokki í Vágum!
Skúlin á Giljanesi og Sørvágs skúli bjóða næmingum og foreldrum í 9. og 10. flokki í Vágum til fornámskafé týskvøldið 20. februar 2024 kl. 20.00.
Hetta er eitt kunnandi kvøld, har ymisku skúlarnir greiða frá og møguleiki er at seta spurningar.
Luttakandi skúlarnir eru:
Tekniski skúli í Klaksvík, Vinnuháskúlin, Heilsuskúli Føroya, Miðnám í Vestmanna, Sjónám og Glasir.
Møtið fjølment!