Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

3.10.2023 |

Rennidagur 2023


Hósdagin 5. oktobur fara vit at hava rennidag.


Hósdagin 5. oktobur fara vit at hava rennidag á skúlanum. Vanlig undirvísing er tveir teir fyrstu tímarnar.

1. og 2. flokkur fara at renna í Miðvági og tey eldru renna niðan í Kálvalíð. 

Vit royna í ár at gera dagin eitt sindur festligari. T.d. geva vit árgangunum hvør sín lit at renna í. T.v.s. at ein kann hava eitthvørt plagg í litinum, okkurt prýðið ella annað. Litríkasti/festligasti árgangur vinnur eitt skreytblað. 

Eisini fara  vit at hava okkurt undirhald á rennirutuni. 

1. og 2. flokkur hava frí, tá ið tey vanliga hava frí. Eldru næmingarnir hava frí, tá ið tey eru liðug at renna. Tó í seinasta lagi klokkan 12:00

 

Litirnir:

1. flokkur - Grønt

2. flokkur - Blátt

3. flokkur - Lilla

4. flokkur - Grønt

5. flokkur - Gult

6. flokkur - Ljósareytt

7. flokkur - Appelsingult

8. flokkur - Reytt

9. flokkur - Blátt

10. flokkur - Lilla