Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

21.5.2021 |

Lærarastørv í Skúlanum á Giljanesi skúlaárið 2021-2022


 

Hesi lærarastørv eru leys at seta í Skúlanum á Giljanesi frá
1. august 2021 at rokna:

  • Eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv fyri lærara í farloyvi skúlaárið 2021-2022.
  • Eitt tíðaravmarkað starv vegna avlopstímar (uml. 0,70) skúlaárið 2021-2022.

Endaliga tímatalið verður ásett 1. septembur 2021.

 

Søkt verður eftir lærarum, sum:

  • Hava læraraútbúgving.
  • Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans.
  • Duga at samstarva og eru fyrikomandi.
  • Eru fúsir at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum.
  • Eru við til áhaldandi at menna skúlan.
  • Eru stundisligir og nærlagdir.
  • Tola broytingar.
  • Hava góðar KT-førleikar.

Okkum tørvar lærarar:

  • Sum kunnu undirvísa í: Støddfrøði í innskúling og hádeild, alis- og evnafrøði, ítrótti, svimjing, smíð og tónleiki.
  • Orðblindalærara.
  • Átaka sær flokslæraraleiklut.
     

Lønar- og setanartreytir:

Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

 

Umsóknir:

Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo í seinasta lagi fríggjadagin 4. juni kl. 12.00.

Umsóknir kunnu eisini sendast við posti til:

Skúlin á Giljanesi

á Giljanesi 2

360 Sandavágur

 

Nærri fæst at vita um størvini hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425 ella við at senda ein teldupost til annbritt.toftegaard@skulin.fo

 

Um skúlan:

Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 3. - 10. flokkur ganga á Giljanesi og 1. og 2. flokkur ganga í  Bygdaskúlanum í Miðvági. Uml. 290 næmingar ganga í skúlanum. 35 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast í skúlanum.