Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

15.4.2020 |

Góðu foreldur í 1., 2. og 3. flokki


 

1.-3. flokkur byrja aftur í skúla mánadagin 20. apríl.

 

Skúladagurin verður frá kl. 08.00 – 12.00.

 

1. flokkur verður í Miðvági

2. flokkur í niðaru hædd í skúlanum á Giljanesi

3. flokkur í bygninginum við høllina á Giljanesi.

Allir flokkar verða býttir í smærri bólkar, so tilmælini um frástøðu verða hildin.


Fyri at minka um smittuvanda, er avmarkað pláss í skúlabussinum. Tí verður heitt á foreldur/avvarðandi, sum hava møguleika til tað, um at koyra børn síni til og frá skúla.

Skúlabussurin kemur at koyra tey børn, ið hava tørv á tí.

Heitt verður tí á øll foreldur hjá børnum, ið fara í skúla frá mánadegnum, um at boða frá, um barnið skal koyra við bussinum ella ikki. Send teldupost til sag@skulin.fo við navni á barninum, flokki og um barnið skal koyra við bussinum ella ikki.

 

Vinarliga boða frá í seinasta lagi hósdagin 16. apríl. kl. 13.00

 

Heilsan

Leiðslan