Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Lærarastovan á Giljanesi:

34 44 21
Fundarhølið á Giljanesi:
34 44 22

Lærarastovan í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20
Teldupostur:
sag@skulin.fo






























admin    

Eg skal biðja um frí til børnini, hvussu skal eg boða skúlanum frá?
Flokslærarin kann geva einum næmingi frí upp til tveir dagar. Er talan um longri tíðarskeið enn tað, skalt tú skriva eitt teldubræv til skúlastjóran, har tú greiðir frá, hví og hvussu leingi næmingurin skal hava frí. Fær næmingurin frí longri enn tveir dagar samskipar flokslærarin eitt sett av skúlatingum, ið næmingurin fær við sær frídagarnar.

Barnið hjá mær skal byrja í skúlanum, hvussu geri eg?
Tá næmingar verða innskrivaðir, eigur flytingarblað at fylgja við. Flytingarblaðið skal sendast av skúlanum, ið barnið gekk á til okkara skúla. Tá flytingarblaðið er komið, skipar leiðslan saman við nýggja flokslæraranum fyri fundi fyri foreldrum/verja og næmingi.  Á ella eftir fundin verður avgjørt nær næmingurin byrjar og hvar hann skal møta.

Barnið hjá mær skal gevast í skúlanum, hvussu geri eg?
Um barnið flytur í annan skúla, skal skúlin hava boð um, nær ætlanin er at flyta. Skúlin sendir síðani í góðari tíð flytingarblað og møguliga eitt avrit av næmingamappuni til nýggja skúlan. Tá móttøkuskúlin váttar fyri okkara skúla at tey hava innskrivað næmingin verður hann samstundis útskrivaður hiðani.