Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Lærarastovan á Giljanesi:

34 44 21
Fundarhølið á Giljanesi:
34 44 22

Lærarastovan í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20
Teldupostur:
sag@skulin.fo






























admin    

 




Tilbúgving í samband við andlát, tá ið næmingur doyr

-  Hann, ið frættir um andlátið, setur seg í samband við leiðsluna og flokslæraran.
-  Flokslærarin ella leiðslan sigur hinum læraranum frá, hvat ið hent er.
 

Hvør hevur ábyrgdina

-  Flokslærarin ella annar lærari, ið hevur flokkin nógv.

-  Leiðslan

 

Flokslærarin (við møguligari hjálp)

-  Tosar við heimið

-  Tosar við flokkin

-  Tosar við foreldrini at næmingunum í flokkinum

-  Møguliga seta seg í samband við serkøn

-  Kannar tilbúgvingarætlanina og ger ætlan fyri komandi dagarnar.

 

Leiðslan

-  Tosar við heimið

-  Greiðir starvsfólkum skúlans frá

-  Vindur flagg á stong

-  Bíleggur krans ella letur gávu sambart ynski  frá skúlanum og krans frá flokkinum

-  Skipar fyri felags minningarløtu

 

Sambandið við heimið


Flokslærarin/leiðsla setur seg í samband við heimið ella fer á vitjan við hesum fyri eyga:

-  Fáa at vita hvat er hent (fáa gitingar burtur)

-  Um tað eru upplýsningar, sum skulu berast víðari til skúlan/næmingar

-  Hvussu kann skúlin (vera til hjálpar) hjálpa

-  Greiða frá hvat skúlin ætlar at gera tann fyrsta dagin (sí punktið : Hvussu gera vit við flokkin)

-  Vita um foreldrini hava hug at koma í skúlan (tað kann vera til minningarløtu)

-  Avtala um møguliga at vitja heimið aftur. Møguliga eftir nakrar vikur.

 

Hvussu gera vit við flokkin

-  Flokslærarin er í flokkinum, tá næmingarnir koma. Sessurin hjá tí farna kann verða prýddir við ljósi, blómum, mynd o.s.fr.

-  Um tað er hóskandi, kann dagurin verða hildin sum ein flokslæraradagur

-  Tosað verður gjølla um tað, ið hent er (fáa leysasøgur av vegnum)

-  Lærarar og næmingar tosa um tann farna, næmingar kunnu koma við øllum um tann farna, bæði tí góða og tí minni góða

-  Eitt gott hugskot er at evna okkurt  til minni um tann farna og geva foreldrunum tað: tað kann vera brøv, yrkingar, tekningar, søgur ella annað

-  Møguleiki skal vera at takast við okkurt, sum ikki hevur við deyða at gera, sum t.d at fara túr, syngja, gera ein drekkamunn o.a.

-  Best hevði verið, um næmingarnir ikki komu heim til tómt hús henda dag. Møguleikin er, at skúlin kundi verið longur opin ein slíkan dag.

 

Samband við hini foreldrini í flokkinum

-  Um tørvur er á tí, kann skipast fyri foreldrafundi

-  Fáa gitingar burtur

-  Upplýsingum um jarðarferðina

-  Hava eitt skjal við sorgaratburði svarandi til aldurin (síða 9-13).

 

Leiðslan

-  Sigur starvsfólkum skúlans frá, áðrenn skúladagurin byrjar.

-  Tey, ið hava flokkarnar fyrsta tíman, greiða frá tí, ið hent er, og nær minningarløtan verður.

-  Havið í huga, at samfelagið er lítið, og tískil kenna tey flestu onkran av teim raktu og kunnu vera ávirkað av støðuni.

 

Minningarløtan

Borð verða sett upp við ljósi og blómutyssi

-  Leiðslan greiðir frá tí, ið hent er, so væl sum til ber

-  Tøgn (1 Min.)

-  Flokslærarin fer inn í stovuna við flokkinum og verður har tann tíman

-  Høvi verður at spyrja

 

Um andlátið er í frítíðini

-  Tann starvsfelagi, ið fyrst frættir, at næmingur er deyður, setur seg í samband við leiðslu, flokslærara ella annan lærara

-  Flokslærari /leiðsla seta seg í samband við heimið, um møguligt so sama mannagongd sum um andlátið var í skúlatíðini, bíleggja krans og taka lut í jarðarferðini

-  Fyrsta skúladag møta allir næmingar ísenn, og minningarløtan verður lýst tá

-  Fyrsta skúladag savnast flokkurin eisini. Sama ætlan verður nýtt, sum nevnd frammanundan

-  Um tað er møguligt verður flaggið vundið á stong

 

Tilbúgving tá ið næmingur missir mammu, pápa ella systkin

 Tað er týdningarmikið, at innanhýsis samskiftið er so gott sum gjørligt. Tann, ið fyrst fær boðini, má bera so í bandi, at hesi fáa boð:

-  Flokslærarin/lærararnir

-  Leiðslan


Hesi seta seg inn í tilbúgvingarætlanina og leggja eina ætlan

 

Sambandið við heimið

Flokslærari ella leiðsla setur seg i samband við heimið hjá næminginum ella fer at vitja við hesum fyri eyga:

-  Vísa samkenslsu

-  Finna útav, um nakað ella hvat skal sigast fyri flokkinum komandi skúladag

-  Um leiðsla/flokslærari ella næmingarnir kunnu vera mæminginum til hjálpar

 

Leiðslan sendir krans í samband við jarðarferðina við heilsan frá skúlanum.

 

Hvussu gera vit við flokkin –(eisini um næmingurin er til staðar)

-  Dagin eftir deyðsfallið verður prátað í flokkinum (fáa gitingar burtur)

-  Er flokslærarin ikki til staðar, skal tað vera ein, sum kennir flokkin væl

-  Tað er umráðandi at leggja merki til, hvussu tey einstøku taka tað

-  Flokkurin fær ta neyðugu tíðina

-  Flokslærarin tosar við flokkin um tað, sum hent er.

-  Um næmingurin, ið hevur mist ikki er í skúla, fyrireikar lærarin floksfelagarnar at taka ímóti honum tá hann kemur í skúla aftur.

-  Havast skal í huga, at fyrireikingarnar skulu verða til frama fyri tann, ið hevur mist, so hann fær møguleika at vísa sínar kenslur.

 

Tann ið hevur mist, má undir ongum umstøðum, kroystast at vísa kenslur. Men rúm skal verða fyri teimum.

-  Foreldrini at hinum næmingunum verða kunnað um, hvat gjørt verður

 

Dagurin tá ið jarðarferðin verður

-  Tosað verður um jarðarferðina og jarðarferð sum heild

-  Flokslærari og leiðsla verða við til jarðarverðina

-  Møguliga floksfelagarnir koma við til jarðarferðina – foreldur verða kunnaði

-  Flaggað verður

-  Dagin eftir jarðarferðina verður tosað í flokkinum, um jarðarferðina.

 

Tá ið starvsfelagi doyr

Leiðslan syrgir fyri tí neyðuga sambandinum við hini starvsfólkini

-  Leiðslan setur seg í samband við familjuna og kunnar lærarar og næmingar.

-  Um flokslærari doyr, tekur tann, sum hevur flokkin mest næst eftir flokslæraran, sær av flokkinum.

-  Umboð fyri leiðslu/skúla vitjar heimið. Hevur blómutyssi og kort við.

-  Minningarorð til skúlablaðið

-  Flaggað verður

Avvarandi hjá tí deyða

Leiðslan setur seg í samband við avvarandi

-  Um skúlin ger nakað serstakt fáa tey tað at vita, fyri at tey eisini kunnu koma fram við møguligum ynskjum

 

Kunning til starvsfólkið

-  Leiðslan savnar øll saman til eina stutta samveru áðrenn skúladagurin byrjar

-  Leiðslan skipar fyri samveruni

-  Stutt minningarløta verður hildin

-  Leiðslan kunnar um, hvussu dagurin verður, og hvat skal sigast við næmingarnar

-  Tíðindini, sum leiðslan ber, skulu vera álítandi og greið

-  Er onkur av starvsfólkunum ikki førur fyri at arbeiða, verður viðkomandi frítikin

-  Gev ikki næmingunum frí, men aðrar loysnir mugu finnast

 

Skipað verður fyri felags minningarløtu

Borð verða sett upp við ljósi og blómutyssi

-  Leiðslan greiðir frá tí, ið hent er, so væl sum til ber

-  Tøgn (1 Min.)

-  Flokslærarin fer inn í stovuna við flokkinum og verður har tann tíman

-  Høvi verður at spyrja

 

Tá ið starvsfelagi missir

-  Leiðslan syrgir fyri tí neyðuga sambandinum við hini starvsfólkini og møguligar næmingar (sí mannagongdir nevndar í samband við annan miss)

-  Umboð fyri skúla/leiðslu vitjar heimið. Hevur blómutyssi og kort við (skjal)

-  Tá ið starvsfelagin kemur aftur í skúla, verður hildin ein stutt samvera við viðkomandi

 

Tá ið næmingur missir annan enn mammu, pápa og systkin

-  Flokslærarin tosar við flokkin um tað, sum hent er.

-  Um næmingurin, ið hevur mist ikki er í skúla, fyrireikar lærarin floksfelagarnar at taka ímóti honum tá hann kemur í skúla aftur.

-  Havast skal í huga, at fyrireikingarnar skulu verða til frama fyri tann, ið hevur mist, so hann fær møguleika at vísa sínar kenslur.

Tann ið hevur mist, má undir ongum umstøðum, kroystast at vísa kenslur. Men rúm skal verða fyri teimum.




 

Um at missa

Í barnaárum missir eitt barn ferð eftir ferð. Hetta ávirkar barnið, men ikki altíð eins nógv. At liva er broyting. Vit síggja náttúruna broytast, og tað er neyðugt. Við árunum uppliva vit broytingar og taka við læru og verða soleiðis brynjað til vaksnamanna tilveruna. Av og á eru broytingar soleiðis, at tær huga okkum ikki, vit kenna miss, sorg og trega. Vit gerast bangin, vildu helst sloppið undan. Heldur ikki børnini kunnu vit verja fyri tílíkar hendingar. Vit eiga heldur ikki at gera tað. Tó kunnu vit bera so í bandi, at tey koma so væl ígjøgnum, sum til ber. Ofta er tað helst so, at tað, vit vilja verja børn okkara fyri, er sovorðið, sum vit sjálvi vilja krúpa uttanum. Tað er týdningarmikið at hava eyga fyri náttúrligum missi, sum vaksin kanska ikki halda hava so stóran týdning, tí á tann hátt lærir barnið at handfara svárar kenslur og fær harvið eitt amboð, at handfara miss í eldri árum.

 

Missur kann vera so mangt

Bindingar : vit ávirkast alt eftir, hvussu bundin vit vóru at tí mista. Kanska fáa vit mótstríðandi keslur sum hatur/kærleika.

 

Vanar : tá vanar verða brotnir, tí umstøður broytast. Tað kann vera av vantandi reglusemi, tryggleika og gleði.

 

Ímyndarligur missur : dreymar sum brustu, mist alit, mist status.

 

Ítøkiligur missur : tá ein missur tað, einum var kært við deyða ella foreldraskilnaður.

 

Náttúrligur missur : tað, sum kemur við árunum: vit flyta heiman, skifta vinir, verða tannáringar.

 

Niðurbrótandi missur : insest, mistur likamslutur, verða við undirlutan í skúlanum, systkin ella foreldur gerast sjúk ella doyggja, flyting tíðliga í skúlaárunum.

 

Allur missur er persónligur. Ongin kennir missin á sama hátt, og tískil kann hann ikki mátast einvíst. Tó hava vit eitt felags reaktiónsmynstur, sum ger okkum før fyri at fara gjøgnum sorgina.

 

 

Smá børn: 0 til 4 ár

Hesi eru eyðkend av, at tey ikki hava málsligan førleika at greiða frá sínum kenslum og harvið sínum missi. Tó eru tey kensluliga tilvitandi og skilja væl og minnast kensluliga. Tey eru ongantíð ov lítil til at syrjga, tí mugu vit javnan geva teimum møguleikan at minnast tað mista og so við og við geva teimum møguleikan at seta orð á teirra miss og teirra sakn. Eitt hugskot er at vísa myndir, minnast serligar dagar og týðiliga nevna nøvn. Svara teimum spurningum sum koma, hóast eymir, tí tað ósagda letur barnið sjálvt í í hugaheiminum, og tað er ofta verri enn veruleikin. Tað hava barnið ella hin vaksni einki ræði á.

 

Minni børn: 5 til 10 ár

Í hesum árum verður málsligi førleikin alt størri. Tað gevur møguleika at siga frá og fáa aftursvar, eisini tí kensluliga. Kunnu vit ikki tað, eru vit eins illa stødd og hitt lítla barnið. Orðið er tilvitskunar húkur, sum vit kunnu krøkja í goymdar og gloymdar kenslur í óvitskuni og hála fram í ljósið, gjøgnum likamið, hjartað, høvdið og upp í heilan. Hetta til tess at tann, sum ber sálarkvøl, kann reinsa út og geva pláss fyri nýggjum, betri royndum. Tað er eymt, men neyðugt!

 

Børn spyrja ofta um tað, vit vaksnu ikki hugsa um. Tað er týdningarmikið at greiða børnum frá, at hóast vit ikki eru før fyri at svara øllum, so eru allir spurningar góðir og rættir. Tá vit svara, um enn óviss, so gera vit pláss fyri samrøðu, og harvið menning. Við at tosa um tað, sum hent er, kann barnið gera síni egnu minni, sum tað til eina og hvørja tíð kann liva við.

 

Størri børn: 11 til 16 ár

Hesi ár eru øðrvísi enn áður nevndu, tó havandi í huga, at øll mennast ikki eins skjótt tí nú eru børn betri før fyri at orða sínar hugsanir og gerðir, bæði fyri øðrum og sær sjálvum. Tey skilja eisini tann týdning, eitt deyðsfall við tíðini hevur. Tó er barnið sera sárbart, tí tað júst í hesum árum er ávegis frá barndómi til ungdóm og manndóm. Vit kunnu siga, at tað er á eini gráari leið, har tað hvørki er barn ella vaksið, ella rættari viðhvørt er barn og viðhvørt er vaksið. Er barnið fyri svárum missi hesa tíð, ávirkast tað øðrvísi enn yngri børn. Ikki um at tala missa tey eitt foreldur.

 

Náttúrliga eru tey í uppreistri hesi ár. Fara vit við teimum sum smábørnum, hava tey lyndi til at øsa seg og gera vart við, at tey ikki eru børn longur. Tá kann tað henda, at tey fáa samvitskubit av sínum mótstríðandi kenslum, og blaka seg út í ungdómslívið saman við vinum. Tað er altíð vandamikið, tí tann stuðul, sum heimið var, er ikki hin sami. Heimið kennist ikki sum tað trygga stað, har til ber at gera uppreistur.

 

Skulu vit hjálpa hesum børnum, mugu vit hava í huga teir trupuleikar, sum náttúrliga hoyra hesum árum til. Royna at síggja tey sum ung vaksin og loysa trupulleikarnar, sum vaksin við ein vaksnan, samtala í trúnaði og á jøvnum føti. Minnast skulu vit eisnini, at tey í hesum árum helst eru eins sárbar og smábørn og illa fyri at missa faðir ella móðir og tann tryggleika, sum heimið var.

 

Sorgreaktiónir hjá børnum


Vit ávirkast ymiskt, men hava tó nøkur felags mynstur :

- skelkur og vantrúgv

- ræðsla og mótmæli

- líkasæla og lammilsi

- framhald av tí vanliga

 

Skelkur og vantrúgv vísa seg tá barnið sigur: ”Tað kann ikki passa”, ”Tú fert skeivur”, o.s.fr. Tey eru páhaldin og halda soleiðis pínuna eitt sindur burtur.

 

Ræðlsa og mótmæli vísa seg tá barnið grætur longi og ikke er til at troysta, gevst at gráta og spyr um tað, sum hent er, fyri síðan aftur at gráta longi, og so alt umaftur.

 

Líkasæla og lammilsi vísa seg tá barnið ber seg at, næstan sum onki var hent. Áðrenn songartíð kann tað so spyrja, hví hin deyði ikki er við hús. Tað trygga og vælkenda er av stórum týdningi í sorgararbeiðinum.

 

Tær vælkendu reaktiónirnar hjá børnum í sorg eru

- bangilsi

- sterk minni

- svøvntrupulleikar

- ógleði, longsul og saknur

- vreiði, sjálvsbrigdan og skomm

- trupulleikar í skúlanum

- likamligir trupulleikar

 

Bangilsi er vanligasta reaktiónin. Tryggleikin er burtur. Tað, sum hendi pápa, kann eisini henda mammu. Fíggjargrundarlagið er kanska burtur, og flyting er fyri framman, nýggjur skúli, nýggir vinir o.s.fr. Bangilsið, tá tann eftirlivandi gerst sjúkur og eyðkennini líkjast. Barnið vil tískil ikki í skúla, fyrr enn tað hevur fingið trygd fyri, at tað ikki er vandamikið. Tey ræðast sín egna deyða og vilja ikki vera einsamøll, heldur ikki um náttina. Bangilsið ger tey kleimin og krevjandi. Kanska gerast tey fjálturstungin, ovurkenslusom, fáa høvuðpínu og vøddapínu. Tey kunnu ikki samla seg og fáa ofta trupulleikar við skúlatingum.

 

Sterk minni kunnu ”brenna seg fast” hjá børnum. Serliga hjá børnum uttan mál kunnu tey seta seg á allar sansir, so sporini merkjast eftirsíðan. Onkuntíð kunnu ”minni” livna í hugaheiminum fyri seinni at verða avspæld, sum plágandi minni. Tí er tað avgerandi at tosa um tann deyða umaftur og umaftur í uppvøkstinum.

 

Svøvntrupuleikar eru vanligir. Tað verið seg ikki at fá sovnað ella at barnið vaknar títt. Kanska hevur verið sagt, at tamm deyði svevur, ella tað kann vera tí, at tá er friður at hugsa nærri. Ein kann ræðast sínar dreymar ella marru. Við at tosa og gjøgnumliva um dagin tað, sum hent er, kunnu vit forða fyri, at alt hópast upp í tonkunum, og náttartímarnir tískil gerast betri.

 

Ógleði, longsul og saknur kunnu vísa seg við at barnið grætur ella fer fyri seg sjálvan, verður innisælt og lokað. Tey kunnu kasta skyldina á annað, fyri ikki at gera okkum sorgarbundin. Tey kunnu hava ilt í høvdinum, fótinum o.s.fr. Tey sakna, tá onnur gleðast um mammu ella pápa. Vit kunnu hjálpa við at gera tey som tingini, fara tey somu støðini, sum hin farni og hyggja at myndum ella lutum, sum tí farna dámdi væl, alt meðan tosað verður um tann farna og sakna.

 

Vreiði og atferð, sum krevur at vit geva teimum gætur, er eisini vanligt. Vreiði móti øllum. Tað kann verða opinlýst, barnið slær og sparkar ella meira fjalt, barnið er hugtungt og uttan gleði. Hesin atburður kann verða vendur ímóti foreldrum um at koma úr sínu botnleysu sorg aftur til lívið. Vreiðin verður ofta vend tann vegin, at onkur kundi havt forðað fyri, at hetta hendi. Tá má ein gera barninum greitt, at ein má góðtaka og fyrihalda seg til støðuna, sum hon nú er vorðin.

 

Vreiði, sjálvsbrigdan og skomm kunnu eisin plága barnið fyrstu tíðina. Nýggjaru fagurbókmentirnar sig væl frá hesari kenslu og koma eisin við loysnum. Skuldin og skommin koma ofta av tí, sum sagt varð seinastu ferð tey sóust, kanska í illsinni, av tí, sum ikki var sagt, ella av tí at ein ikki fekk sagt farvæl ella givið til kennar, at ein helt av viðkomandi. Tað kann verða ein plága, at ein hevur hugsað ilt um hin deyða ella ikki var til staðar, tá deyðin kom. Sum vaksin má ein siga frá, at soleiðis verður altíð eisin hjá okkum vaksnu. Vit mugu ansa væl eftir, ikki at koma við ábreiðslum.

 

Trupulleikar í skúlanum er næstan sjálvsagt. Tankarnir koma og fara og forða barninum at samla seg. Teir órógva minnið og gera tað trupult at avrika tað, sum álagt er og gera kanska tað, at tey koma tvørliga fyri í vinarlagnum, og ongin skilir hví. Tá er neyðugt at tosa um deyðan, og at tað er vanligt at reagera soleiðis, og at hetta fær ein enda einaferð.

 

Likamligir trupulleikar kunnu vera títtari høvuðpína, órógv í tørmunum ella vøddapína. Tað kann koma av, at barnið er meira spent enn vanligt og virkar eisini til økt ansni og økta umsorgan. Tað er í lagi í rúma tíð, men vit eiga at ansa eftir, at tað í longdini ikki verður til dyrkan.

 

Aðrar møguligar reaktiónir eru:

- øvugt atferð

- at fara fyri seg sjálvan

- tankaflog

- persónsbroytingar

- framtíðardapurskygni

- grundan yvir orsøk og ætlan

- vøkstur og búning

 

Vit hava nomið við tað mesta frammanundan. Tó skal leggjast afturat, at sambært Atla Dyregrova: Sorg hos børn, er munur á gentum og dreingjum. Tað kann vera áhugavert í skúlahøpi.

 

Tað Atli Dyregrove sigur, hevur hann frá foreldrum. Tey siga, at dreingir tosa minni um deyðan enn gentur. Hesin munur verður týðuligari, sum skúlaárini líða. Hetta fekk hann at síggja sjálvur:

 

Ein lærari doyði brádliga frá einum 9. flokki.

 

Næmingarnir vórðu spurdur, hvussu hetta ávirkaði teir. genturnar høvdu gráti meira, høvdu verri við at samla seg, vóru bangnari o. s. fr. Bert í einum føri høvdu dreingirnir munin: Teir høvdu í størri mun hildi tonkunum niðri um tað, sun hent var. Enn verri var tað, at teir dugdiu verri skrivliga at siga frá sínum kenslum. Tað sama var galdandi í øllum 9. flokkum.

 

Spurd um tey høvdu onkran at tosa við, vinfólk ella foreldur, høvdu næstan allar genturnar onkran, meðan bert 40% av dreingjunum høvdu onkran. Heima høvdu genturnar tosað meira um tað, sum hent var, enn dreingirnar.

 

Orsøkin er kanska tann leiklutur, børn hava í spæli. Gentur spæla meira sosial spøl og nýta fleiri orð í spæli. dreingjaspæl hevur ikki so nógv prát, tað ræður um at innorna seg, halda reglur og ikki vísa kenslur. Hví hetta er so, kann vera so mangt. Uppaling kann gera sítt og tann uppaling vit hava fingið. Tó er tað neyðugt, at vit eru varug við hesar munir og fyrihalda okkum hareftir.

 

Samanumtikið kann sigast, at tað sum heimið ger, og tað ansnið vit geva børnunum, alt eftir aldri, saman við tí, sum skúlin kann samvirka við, er av alstórum og altavgerandi týdningi fyri, at barnið kemur ígjøgnum sorgina og víðari í lívinum.


 

Hesar bøkur eigur skúlin

Kræftens bekempelse: OmSorg – handleplan/ idekatalog

Kræftens bekempelse: Når hjertet gør ont – børnehaveklasse, 1. kl. og 2. kl.

Kræftens bekempelse: Når bånd brister -3.-4.-5. kl.   

Kræftens bekempelse: Når nogen man elsker dør 6.-7.-8. kl

Kræftens bekempelse: Solsort og snefnug – novelle

Kræftens bekempelse: Når liver går sin vej - video

Kræftens bekempelse: Med sorgen som blind passager – kassettabånd – 6.-6. kl

 

Aðrar bøkur um at missa ella vera sorgarbundin

Martin, Guni: Det er o.k. at være ked af det

Martin, Guni: Jeg bliver bare så… …

Martin, Guni: Glem ikke håbet

Martin, Guni: Pigen som var bange

Doleski, Teddi: Klumpen

Palmer, Pat: Bare jeg kunne holde dig i hånden

O’Toole, Donna: Marvi Myrebjørn fatter håb + lærerv. +bånd, Ørnens Forlag

O’Toole, Donna: Om børns tab og sorg, Ørnens Forlag

Tangvald, Christine Harder: Min bog om døden, Juniorforlaget

 

Hesar bøkur hevur heilsusystirin

Madsen, Birgit o.o. : Mit barn døde – 25 forældre skriver om at miste et barn. Kroghs Forlag 2001                                                 

Rømer, Signe/Olesen: 32 børn skriver om at miste mor eller far. Kroghs Forlag 2000    

Iversen, Anneli Sejer: Min søster døde, min bror døde – 25 børn og voksne skriver  om at miste en søster eller bror.  Krogs Forlag

Olesen, Peter: 25 danskere fortæller om at miste en mor eller far som barn. Kroghs Forlag 2000

Dyregrove, Atle: At tage afsked – ritualer der hjælper barnet gennem sorgen. Hans Reitzels Forlag

Dyregrove, Atle: Sorg hos børn – En håndborg for voksne. Dansk Psykologisk Forlag 1999

Falk, Bent: At være – der, hvor du er – om samtale med kriseramte. Nyt Nordisk Forlag     

Jacobsen, Anne: Børn og sorg – om børns reaktioner på tab og død. Hans Reitzels Forlag

Komb, Diane M.: Et vindue til himlen – når børn ser livet i døden. Lohses Forlag

Lund, Norunn Myhre: Fløjtespilleren    Lohses Forlag

Ottesen, Doris: Børn og sorg – om forældretab i barndommen. Dafola Forlag

Strøm, Zita: Du vil altid være min bror. Forlaget Nord-Press

 

Bókmentalisti

Fagurbókmentir (fa)

Yrkisbókmentir (y)

Smærri børn (smá)

Myndabøkur (my)

Als, Birgit: Kun et knust hjerte er helt        Gyldendal, 1989 (fa)

Brandt, Hanne: Sky-skibet               Forum, 2000 (fa)

Coleman, Daniel: Følelsernes intelligens       Borgen, 1999 (y)

Davidsen Nielsen, Marianne: Blant Løver

Davidsen Nielsen, Marianne: Den nødvendige smerte (y)

Dyregrove, Atle: Sorg hos børn – en håndbog for voksne     

Dansk Psykologi Forlag, 1992 (y)                                        

Eken, Cecilie: Sikkas fortælling (fa)

Fløe, Jeanne: Farvel mormor            Klemantis, (my)

Gahrton, Måns: Vi graver mormor op     Carlsen, 1999 (smá)

Hansen, Finn Thorbjørn: Kunsten at navigera i kaos – en bog om inentited i en multikulturel verden Kroghs Forlag, 1998

Holmberg, Bo: Agnas og ljósið (fa)

Jacobsen, Anne: Børn og sorg. Aschehoug, 1988 (y)

Jacobsen, Anne: Der var engang vi ikki var her – en bog om døden for børn. Reitzel, 1990 (y)

Kaldhold, Marit: Farvæl rádni (my) (smá)

Kræftens Bekæmpelse: Omsorg – undervisningsmateriale 1997

Leunbach, Budda: Mor hvor er de døde henne? Dansk Psykologi Forlag, 1992 (y)                                        

Lilmoes, Anne: Anna og engel. Høst, 2001 (fa)

Lindgren, Astrid: Brødrene Løvehjerte Gyldendal, 1998 (fa)

Lindgren, Astrid: Mio, min Mio. Branner og Korch, 2001 (fa)

O’Toole, Donna: Marvi Myrebjørn fatter håb + læraravegleiðing. Ørnens Forlag, 1991 (y)

O’Toole, Donna: Om børns tab og sorg Ørnens Forlag, 1991 (y)

Ottesen, Doris: Børn og sorg – om forældretab i barndommen. Dafolo Forlag, 1998 (y)

Snunit, Michal: Sjælefugle – gendigtet af Johannes Møllehave. Sesam, 1999 (my)

Stark, Ulf: Systir mín er ein eingil (my) (smá)

Viermyr, Marianne: Hjerte rimer på smerte. Forum, 2000 (fa)

Wenneberg, Signe: Kære far og mor – skilsmissebørn fortæller. Aschehoug, 1997

 

Hesi kann ein ringja til í kreppustøðu

Politistøðin                         

Sjúkrahúsið                 

Kommunulæknavaktin                    

Prestar:

Trúðboðarar:

Læknahølið skúlans           

Heilsusystir, Skúlin á Giljanesi

Sálarlig fyrstahjálp (Reyði Krossur)

Navni á einum  lærara, sum vil taka hesa avbjóðing

 

 

 

Tá vit fara túr við flokkum

- fartelefon við telefonlista + skúlans telefonnummar

- hava fyrstahjálpsskjáttu við

- tvey vaksin við

- uttanlands: tvey vaksin við

- verja næmingar móti ágangi