Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

25.7.2017 |

Lærarastarv í Skúlanum á Giljanesi skúlaárið 2017-2018


Eitt lærarastarv er leyst at seta í skúlanum á Giljanesi frá 16. august 2017 at rokna


 
· Eitt tíðaravmarkað starv fyri lærara í farloyvi frá 16. August til 31. juli 2017.

Søkt verður eftir lærara, sum:
· Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans, skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans.
· Dugir at samstarva og er fyrikomandi.
· Er fúsur at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum.
· Er við til áhaldandi at menna skúlan.
· Er stundisligur og nærlagdur. Lyklaorðini hjá okkum eru stundvísi, háttvísi og øðrvísi.
· Tola broytingar.
· Hava læraraútbúgving.
 
Okkum tørvar lærara, ið kann:
· Undirvísa í innskúlingini og miðdeildini í føroyskum, donskum, kristni, ítrótti og svimjing.
· Átaka sær flokslæraraleiklut.
 
Lønar- og setanartreytir:
Starvið eru lønt í lønarflokkinum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
 
Umsóknir:
Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo í seinasta lagi týsdagin 8. august kl. 18.00.
Umsóknir kunnu eisini sendast við posti til:

Skúlin á Giljanesi
á Giljanesi 2
360 Sandavágur

Nærri fæst at vita um starvið hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425, ella við at senda ein teldupost til annbritt.toftegaard@skulin.fo
 
Um skúlan:
Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 3.-10.flokkur ganga Inni á Giljanesi og 1. og 2.flokkur ganga í Bygdaskúlanum í Miðvági. Um 320 næmingar ganga í skúlanum, og 37 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast í skúlanum.
Skúlin á Giljanesi byggir á tríggjar súlur: Stundvísi, háttvísi og øðrvísi.
 
Stundvísi merkir, at gera tingini til tíðina. Viðra tann partin ið krevur av okkum, at tíðin –hvørt talan er um minuttir ella ár- er ein avmarkandi faktorur og karmur í okkara arbeiði.

Háttvísi er eitt nýtt orð á føroyskum. Tað hevur enn ikki hevur funnið vegin inn í orðabókina. Háttvísi merkir, at vit duga at gera tingini á rættan skynsaman hátt. Men tað merkir eisini, at vit læra okkkum nýggjar hættir at loysa uppgávur, tá kendir hættir ikki roynast nóg drúgvir ella nóg drúgvir.

Øðrvísi merkir dirvi til at hugsa sjálvstøðugt. Dirvi at gera tað, vit meta vera rætt. Dirvi at seta spurnartekin við vanar. Dirvi at fara út um rammuna. Við hvørt finnur mann so útav, at vanin veit best, men tora vit ikki at leita og fregnast í tí ókenda vaksa vit ikki.