Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

4.1.2017 |

1.flokkur vinnari av kapping hjá Vága kommunu


Kapping varð fyri jól útskrivað millum skúlanæmingar, sum svaraðu spurnarkanning um ferðslu. Tann árgangurin, sum var íðnastur at svara spurnarkanningini, var 1. flokkur og fáa tey tí fyrstu virðisløn í kappingini.


Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við vinninginum, sum er ein túrur í Nest í Miðvági við mati og drekka til allar næmingar í 1. flokki. 
 
Av tí at nógvir flokkar vóru raskir at svara spurnarkanningini, er avgjørt at ein eyka virðisløn verður latin 4. og 10. flokki. Hesi fáa rómabollar til allan flokkin.
 
Um spurnarkanningina
Í sambandi við at Vága kommuna arbeiðir við eini ferðslutrygdarætlan, var ein spurnarkanning um ferðsluvanar og ótryggleika gjørd millum skúlanæmingar í kommununi í desember 2016.
 
Í spurnarkanningini vóru næmingarnir m.a. spurdir um hvussu tey koma í skúla um morgunin og um tey kenna seg trygg í skúlaferðsluni. Eisini var møguligt at peika á ótrygg støð, har spurt var um orsøkina til ótryggleikan – t.d. nógvir bilar, ov myrkt, nógv ferð o.s.fr.
 
Teir yngstu næmingarnir fingu bræv heim við til foreldrini, sum síðani kundu hjálpa næmingunum at svara spurningunum. Eldru næmingarnir høvdu høvi at svara spurningunum í skúlanum. 
 
Vit fingu sera nógvar afturmeldingar uppá spurnarkanningina. Heili 175 valdu at svara. Hetta eru vit takksom fyri og er úrslitið av kanningini eitt gott íkast til úrslitið av ferðslutrygdarætlanini.
 
Takk fyri at tit vildu ‘spæla við’ í ferðslukanningini. 
Ferðslutrygdarætlanin verður annars væntandi klár í mars 2017.

Blíðar heilsur
Vága kommuna