Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    


19.4.2016 |

Næmingur framúrskarandi framløgu


Fyri jól var verkætlan í 9.flokki, og vóru fleiri góðar verkætlanir.

Heidi Sandberg Djónadóttir gjørdi eina framúr góða verkætlan um ADHD/ADD. Heidi hevur sjálvn fingið staðfest ADD. Tí valdi hon sær hetta evni. Hon vildi vita meira um sjúkuna, og at læra at góðtaka seg sjálva við ADD.

Til tíðir føldi hon, at vitanin og fatanin um ADHD/ADD millum børn og ung er sera lítil. Fordómarnir eru nógvir. At upplýsa um evnið er ein máti at vísa ymsum pástandum aftur. Visti tú t.d. at fólk við ADHD/ADD eru líka klók, hava góðar eginleikar, klára seg væl í lívinum, hava arbeiði, familju og børn á sama hátt, sum fólk sum ikki hava ADHD/ADD? Visti tú at nógv sera kend fólk, bæði tónleikarar, fótbóltsspælarar og filmstjørnur hava ADHD/ADD?

Ynski hjá Heidi er at varpa ljós á ADHD/ADD og greiða næmingunum í Skúlanum á Giljanesi frá um hetta.

Týsdagin 12.apríl hevði Heidi framløgu fyri næmingunum og lærarum í hádeildini og týsdagin 19.apríl framløgu fyri næmingum og lærarum í miðdeildini. 

Atgongd til tilfar