23.6.2025 |
Nýggjur telefonpolitikkur
Á heysti 2024 varð álagt øllum skúlastýrum kring landið at dagføra atferðarreglur skúlans, við serligum atliti til fartelefonnýtslu og virðiligt samskifti. Tað er í hesum sambandi álagt skúlastýrinum at leggja áherðslu á at tálma fartelefonnýtslu hjá næmingunum, bæði í undirvísing og í fríkorterum.
Skúlastýrið arbeiðir tí við at broyta fartelefonpolitikkin fyri skúlan. Arbeiðið verður væntandi liðugt til heystfrítíðina 2025, tá nýggju atferðarreglurnar eisini fáa gildi. Næmingaráð, skúlaleiðari, námsfrøðiligt ráð og ungdómsráð verða hoyrd í samband við nýggju atferðarreglurnar.
Skúlastýrið