22.9.2023 |
Rudda Føroyar
Í síðstu viku vóru okkara røsku næmingar við í Rudda Føroyar.
Ruddað var í Sandavági og í Miðvági, og burturkastið bleiv skilt og vigað.
Tilsamans savnaðu næmingarnir uml. 290 kg av ruski.
Vanligt húsarhaldsrusk 102,8 kg
Aluminium 11 kg
Træ 45 kg
Jarn 45 kg
Plast 22,5 kg
Tirving 56,5 kg
Tundur 5 kg
Glas 3 kg
Tilsamans 290,75 kg
Samskiparin hjá Rudda Føroyar rósti næmingunum fyri ruddingina og góðu skiljingina.