Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

15.3.2025 |

Evnisvika í komandi viku


"Hjartamál" er navnið á evnisvikuni, har næmingarnir í 1. - 8. flokki fara at arbeiða við 5 kenslum


Gamalt var at siga, at alt sum hevur við kenslur at gera, kemur frá hjartanum.

 

Komandi vikuna fara vit ,við listini, kroppinum og kreativiteti sum amboð, at brúka okkara hjartamál. Á skúlanum fara vit at seta orð, myndir, ljóð og annað til fimm ymiskar kenslur.  Vreiði, gleði, kærleiki, spenning og sorg.

 

Næmingarnir koma at arbeiða í bólkum, sum eru blanding av øllum flokkum. Bólkarnir fara at arbeiða á fimm ymiskum verkstøðum, eitt hvønn dag. 

 

Mánadag til hósdag er skúli frá 08:00-12:30, og fríggjadag til 11:30.

 

Tá ið vikan er liðug, hava vit eina framsýning á skúlanum. Á framsýningini verða 5 rúm, sum umboða kenslurnar, vit hava arbeitt við.

 

Framsýningin verður mánadagin 24. mars

 

9. og 10. flokkur fara at hava vanliga skúlagongd við tillagaðari tímatalvu.