
13.12.2024 |
Komandi vikan
Síðsta vikan fyri jól er skemafrí, og verkstøð o.a.er á skrá.
Frá mánadegnum til og við mikudegnum hava 1. og 2. fl. frí, tá tey eiga at hava frí.
3. - 10. fl. eru í skúla til kl. 12.35.
Hósdagur 19. desembur:
5. - 10. fl. møta kl. 08.00 til jólasjónleik og hava frí aftaná.
1., 2., 3. og 4. fl. møta kl. 8.00 í floksstovunum.
Kl. 11.15 fara tey til jólasjónleik.
1. og 2. fl. fara í frítíðarskúla aftaná.
Fríggjadagur 20. desembur:
Kl. 10.00 Jólaguðstænastu v/Ingu P. Dam í Sandavágs kirkju.
Skúlabussurin koyrir úr Vatnsoyrum kl. 09.30.
Úr Heiðum kl. 09.35.
Bussur koyrir 1.og 2. fl. í frítíðarskúla aftaná guðstænastuna.
So er jólaferia, og vit byrja aftur í skúla fríggjadagin 3. januar 2025.
Gleðilig jól og góða jólaferiu😊