18.11.2024 |
Skreiðidagur verður í morgin
týsdagin 19. novembur
Í morgin fara 1. - 7. fl. at skreiða frá kl. 10.00.
Tey, ið eiga sleðu, eru biðin um at hava hana við.
Børnini mugu vera í heitum klæðum.
Minnist til at skriva nøvn í húgvur, vøttur og styvlar.
Annarhvør næmingur hevur svartar gummistyvlar, og tað er skjótt, at næmingar av misgáum fara í skeivar styvlar.