Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

29.10.2024 |

Samrøðubólkar í Familjufyrisitingini


Familjufyrisitingin bjóðar børnum og ungum, hvørs foreldur ikki liva saman, at vera við í samrøðubólki


Samrøðubólkarnir hava til endamáls at geva børnum høvi at tosa við onnur børn, sum eru í somu støðu sum tey, og sum kunnu hava upplivað nógv av tí sama. Uttan mun til um foreldur, ið ikki liva saman, hava nógvar ósemjur ella um samstarvið millum foreldrini er gott, kunnu børn teirra hava nógvar spurningar og kenslur, sum tey kanska ikki tosa um í gerandisdegnum. Í samrøðubólki fáa børnini høvi at seta orð á hesar tankar og kenslur.

 

Børnini verða býtt í bólkar eftir aldri, við 2-3 ára aldursmuni. 6-8 børn eru í hvørjum bólki. Bólkarnir hittast 7 ferðir í alt – aðruhvørja viku í tveir tímar.

 

Í hvørjum samrøðubólki eru tvey barnaserkøn starvsfólk hjá Familjufyrisitingini, ið leiða bólkarnar og taka ymisk viðkomandi evni upp og hjálpa børnunum at finna ítøkilig amboð til at handfara tankar, kenslur og avbjóðingar. Tað eru børnini, ið tosa saman, meðan uppgávan hjá bólkaleiðaranum er at seta karmar um prátini, t.d. við spølum ella venjingum, umframt at leiða gongdina og kveikja børnini til virkna luttøku.

 

Kanningar úr londum rundan um okkum vísa, at børn og ung, ið hava luttikið í samrøðubólki av hesum slagi, eru minni stúrin, megna betri avbjóðingar, eins og tey fáa eina meira jaliga sjálvsmynd.

 

Tað er ókeypis at vera við í samrøðubólki, og tilboðið er fyri øll børn og ung, hvørs foreldur ikki liva saman. Tað er ikki treyt fyri luttøku, at foreldrini hava verið í sambandi við Familjufyrisitingina ella hava eitt mál í Familjufyrisitingini. Tað er ei heldur av týdningi, um tað er stutt ella long tíð síðan, at foreldrini eru farin hvør til sítt.

 

Meira er at lesa um samrøðubólkar og tilmelding á heimasíðuni hjá Familjufyrisitingini, www.famf.fo.

 

Foreldrasamstarvsskeið

 

Samrøðubólkar til børn og ung_ hvørs foreldur ikki liva saman