28.10.2024 |
Starv sum toymissamskipari til serskúlatilboðið Pallin
Søkt verður eftir einum toymissamskipara til serskúlatilboðið Pallin í eindini á skúlanum á Giljanesi til eitt fulltíðarstarv frá 1. des. 2024 til 20. juni 2025.
Skúlatilboðið hoyrir undir skipanina um serflokk. Skúlatilboðið er eitt undirvísingartilboð har veitt verður serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligur stuðul. Málbólkurin er næmingar í fólkaskúlanum, ið ikki fáa nøktandi skúlatilboð í vanligu skipanini í fólkaskúlanum. Skúlatiðboðið er staðsett í skúlanum fyri at tryggja, at næmingar í skúlatilboðnum eftir tørvi og førleika kunnu vera partur av bæði undirvísingaliga og sosiala partinum í gerandisdegnum í skúlanum.
Starvsfólkini arbeiða í sjálvstýrandi toymum og skipa seg sjálv í samstarvi við allar partar. Í tøttum samstarvi við foreldrini, er tilboðið nógvum næmingum at gagni. Toymissamskiparin hevur dagligu og fakligu leiðsluna og ábyrgdina av arbeiðinum á Pallinum.
Førleikakrøv
Toymisleiðarin skal vera fólkaskúlalærari við eftirútbúgving innan serøkið ella hava aðra samsvarandi námsfrøðiliga útbúgving við eftirútbúgving innan serøkið.
Okkum tørvar toymisleiðara sum:
◦ er fyrikomandi og jaligur
◦ dugir at samstarva í toymum og tvørtur um staðsetingar
◦ hava breitt menniskjasýni
◦ hava áræði at taka ábyrgd
◦ dáma avbjóðingar og duga at hugsa kreativt
◦ hava viðkomandi starvsroyndir
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er í Sørvágs skúla og í skúlanum á Giljanesi. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Lærarastarvið verður lønt í lønarflokki 18.1-29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Harumframt er ein mánaðarlig samsýning á 4,6% av mánaðarlønini 29.2.
Umsókn saman við prógvi, C.V. og møguligum ummælum skal vera Daniu Niclasen, skúlastjóra, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 8. novembur 2024. kl. 12:00
Umsóknin verður stílað til: dania.niclasen@skulin.fo
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Daniu Niclasen, skúlastjóra á tlf. 233221