Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

30.9.2024 |

Atkvøðurættur til skúlastýrisval


Nú tað stundar til skúlastýrisval, er tað týdningarmikið, at foreldur at børnum í skúlanum vita, um tey hava atkvøðurætt.


Hvør hevur atkvøðurætt?

  • Foreldur hava atkvøðurætt, um tey eru løggildu foreldur at barninum, sum gongur í skúlanum. Hetta merkir, at tað er neyðugt at hava foreldramyndugleika fyri at hava atkvøðurætt. Hetta eiga foreldur at vera kunnað um. Um tey eru í iva, um tey hava atkvøðurætt, er her ein máti at kanna, um mann hevur foreldramyndugleika/atkvøðurætt.

 

Havi eg sum foreldur atkvøðurætt?

  • Á Vanganum (app):
    • Far til "Vangamynd"
    • Niðast á síðuni stendur "Børn undir 18 ár"
    • Um barnið/børnini standa har, hevur tú foreldramyndugleika
  • Um tú ikki ert skrásett/ur rætt:
    • Vend tær til Familjufyrisitingina (um tú ert ógift/ur)
    • Vend tær til lokala prestin, um tú ert gift/ur
    • Báðir myndugleikar hava beinleiðis atgongd til fólkayvirlitið (FOLK) - Kervi er knýtt í FOLK

 

Møguligar misskiljingar

 

Týdningarmikið at minnast til

Foreldur, sum eru í iva, eiga at kanna málið og venda sær til viðkomandi myndugleikar um neyðugt, so tey kunnu tryggja sær atkvøðurætt til skúlastýrisvalið.

 

Vallistarnir verða lagdir fram í seinasta lagi 22. oktobur. Hesir kunnu síggjast á skúlanum og á kommunuskrivstovuni.