
12.4.2024 |
Prutlkoyrikort
Góðu foreldur hjá børnum, ið vilja taka prutlkoyrikort i vár/summar!
Um nóg nógv tekna seg byrjar nýtt skeið í at taka prutlkoyrikort áðrenn summarfrítíðina.
Vit hava fingið koyrilærara, men vita ikki enn, nær hann kann byrja.
Meldið til áðrenn 19. apríl við at senda teldupost á sag.fo við navni og føðidato hjá næminginum.
Treytin fyri at taka prutlkoyrikort er, at tey eru 14 ½ ár, tá byrjað verður.
Tit frætta aftur síðst í mánaðinum, nær skeiðið byrjar.
Vh
Kvøldskúlin