
4.1.2024 |
Næmingaráðið havt fund
Í desembur hevði næmingaráðið næsta fundin í skúlaárinum. Nógv mál vóru á skránni.
Næmingaráðið í skúlanum á Giljanesi hevði í desembur næsta fundin í skúlaárinum.
Skráin var hendan:
1. Kunning frá leiðsluni um ymisk mál
2. Viðtøkur fyri næmingaráðið á skúlanum, og hoyring frá UVS um kunngerð fyri næmingaráð
3. Kunning um "Saman um barnið" verkætlanina
4. Kunning um arbeiði í skúlastýrinum
5. Eftimeting av føstulávintshaldi
6. Nýggi skúlin/umstøður
7. Uppskot frá leiðsluni um vinarflokkar
8. Ymiskt
Undir ymiskt samtykti næmingaráðið at heita á leiðslu skúlans og kommuna, um at fáa gardinur upp í stovunum í 2. byggistigi sum venda omaneftir.
Fundur verður aftur 27. januar 2024
Finnur Joen-Jacobsen, varaskúlastjóri, er vegleiðari hjá næmingaráðnum.