
11.9.2023 |
Rudda Føroyar
Í morgin, týsdagin 12. septembur, fara skúlanæmingar at rudda
Í samband við altjóða ruddidag seinni í vikuni fara 1. - 9. fl. á Skúlanum á Giljanesi at rudda í Miðvági og Sandavági í morgin..
Vanlig skúlagongd er 2 teir fyrstu tímarnar og eisini aftaná ruddingina.
8.a og 9.b. hava vanliga skúlagongd í morgin, men fara at skilja og viga burturkastið fríggjadagin.
Næmingarnir mugu vera í klæðum, ið eru góð at røra seg í, og sum eru hóskandi til veðrið.
Skúlin hevur endurskinsvestar, men tíverri ikki nokk til øll, so tí heita vit á allar næmingar, ið eiga gulan endurskinsvest, um at hava hann við at rudda í.
Tá liðugt er at rudda fáa næmingarnir okkurt gott.