
8.9.2023 |
Prutlkoyrikort
Skeið í prutlkoyrikorti byrjar síðst í septembur
Teoriskeið verður mánadagin 25. sep. til og við fríggjadagin 29. sep. Allar dagar frá kl. 15.00 - 18.00.
Nærri kunning um koyritímar og 1. hjálparskeið kemur seinni.
Skeiðið er ætlað næmingum 15 ár og eldri.
Tað ber tó til at byrja uppá koyrikortið, tá mann er 14,5 ár.
Skeiðið kostar kr. 1200,- íroknað tilfar.
Afturat hesum kemur gjald upp á kr. 100,- fyri at taka teoriroyndir á netinum.
Meldað til við at senda teldupost á sag@skulin.fo í seinasta lagi hósdagin 21. septembur 2023.