
10.8.2023 |
Tíðaravmarkað fulltíðarstarv
fyri lærara í farloyvi skúlaárið 2023 - 2024
Eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv fyri lærara í farloyvi er leyst at seta í Skúlanum á Giljanesi frá 1. septembur til 18. juni 2024.
Søkt verður eftir lærara, sum:
- hevur læraraútbúgving og svimjilæraraprógv
- undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
- dugir at samstarva og er fyrikomandi
- er fúsur at taka á seg uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum
- er við til áhaldandi at menna skúlan
- er stundisligur og nærlagdur
- tolir broytingar
- hevur góðar KT-førleikar
Okkum tørvar:
- lærara, sum kann undirvísa í: donskum í mið- og framhaldsdeild, landafrøði, dreingjaítrótti/svimjing og sum kann vera AKT lærari.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið er lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Barnaváttan verður kravd.
Umsókn:
Umsókn, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo í seinasta lagi hósdagin 24. august kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið hjá Annbritt Toftegaard, skúlastjóra, á tlf. 794425.