Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

15.5.2023 |

Størv sum námsfrøðiligir stuðlar í Skúlanum á Giljanesi skúlaárið 2023 - 2024


2 størv sum námsfrøðiligir stuðlar eru leys at seta frá 1. august 2023 at rokna:


 

Størvini eru tíðaravmarkað við setanarbroti 0,60 og 0,50.

Stuðlarnir verða knýttir at næmingum við serligum tørvi í flokkum í innskúlingini og miðdeildini.

Skúlanum tørvar stuðlar, ið eru arbeiðshugaðir, samstarvshugaðir og nærlagdir. Teir skulu taka ábyrgd og síggja møguleikar.

Tey, ið sett verða í stuðulsstørvini, skulu hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir sum stuðlar í skúla.

Setanar- og starvsøkið er Skúlin á Giljanesi. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðnum.
Arbeiðstíðin er frá kl. 07:45 til eftir døgurða.

 

Lønar-  og setanartreytir:

Størvini eru sáttmálasett størv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.

Námsfrøðingar eru løntir í lønarflokki 11-23 og hjálparfólk í lønarflokki 3-9.

Barnaváttan krevst.

 

Umsókn:

Umsókn, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo í seinasta lagi mánadagin 29. mai kl. 12.00.

 

Nærri fæst at vita um størvini frá hjá Finnur Joen-Jacobsen á tlf. 794426.

 

 

Um skúlan:

Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 1. og 2. flokkur ganga í  Bygdaskúlanum í Miðvági og 3. - 10. flokkur ganga á Giljanesi. Umleið 290 næmingar ganga í skúlanum. 35 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast her.