Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

15.5.2023 |

Lærarastørv í Skúlanum á Giljanesi skúlaárið 2023-2024


Hesi lærarastørv eru leys at seta í Skúlanum á Giljanesi frá 1. august 2023 at rokna:


 

  • Trý føst fulltíðarstørv
  • Eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv vegna lækkað tímatal skúlaárið 2023-2024
  • Eitt tíðaravmarkað starv vegna avlopstímar (uml. 0,7) skúlaárið 2023-2024

Endaliga tímatalið verður ásett 1. septembur 2023

 

Søkt verður eftir lærarum, sum:

  • Hava læraraútbúgving
  • Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
  • Duga at samstarva og eru fyrikomandi
  • Eru fúsir at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum
  • Eru við til áhaldandi at menna skúlan
  • Eru stundisligir og nærlagdir
  • Tola broytingar
  • Hava góðar KT-førleikar

 

Okkum tørvar:

  • Lærarar, sum kunnu undirvísa í: Støddfrøði í innskúling, føroyskt í innskúling,  enskum í hádeild,  alis- og evnafrøði, náttúru-og tøkni, dreingjaítrótti/svimjing, smíð og tónleiki
  • Lærarar, sum vilja átaka sær flokslæraraleiklut

 

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleikar í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum.

Læraralesandi, sum fáa prógv í summar, eru vælkomin at søkja størvini.

 

Lønar- og setanartreytir:

Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Barnaváttan er kravd.

 

Umsóknir:

Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo í seinasta lagi mánadagin 29. mai kl. 12.00.

Nærri fæst at vita um størvini hjá Finnur Joen-Jacobsen á tlf. 794426.

 

Um skúlan:

Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 3. - 10. flokkur ganga á Giljanesi, og 1. og 2. flokkur ganga í  Bygdaskúlanum í Miðvági. Uml. 290 næmingar ganga í skúlanum. 35 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast í skúlanum.