
15.2.2023 |
Føstulávintshald
fríggjadagin 17. februar
Fríggjadagin 17. februar verður føstulávintshald á skúlanum.
Øll møta grýluklødd kl. 8.00.
1. og 2. fl. møta í Miðvági.
3. - 10. fl. møta á Giljanesi
Næmingarnir skulu hava føstulávintsbolla ella annað søtt við heimanifrá.
Føstulávintstiltakið endar kl. 11.20.
Mánadagin 20. februar og týsdagin 21. februar hava næmingarnir frí.