
14.2.2023 |
Fornámskafé í Sørvágs skúla
mikukvøldið 22. februar kl. 19.00
Góðu næmingar og foreldur!
Skúlin á Giljanesi og Sørvágs skúli bjóða næmingum og foreldrum í 9. og 10. flokki í Vágum til fornámskafé mikukvøldið 22. februar kl. 19.00.
Hetta er eitt kunnandi kvøld, har ymisku skúlarnir koma at greiða frá, og møguleiki er at seta spurningar.
Luttakandi skúlarnir eru:
Tekniski skúlin í Klaksvík, Vinnuháskúlin, Heilsuskúli Føroya, Miðnám í Vestmanna, Sjónám og Glasir.
Møtið fjølment!