Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Lærarastovan á Giljanesi:

34 44 21
Fundarhølið á Giljanesi:
34 44 22

Lærarastovan í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

20.12.2022 |

Næmingar á Christiansborg


Vatn kemur aftur, har vatn hevur verið.


 

Hetta orðafellð lýsir væl støðuna, nú vit á triðja sinni hava fingið næmingar við á Ungdómstingið á Christiansborg. Hetta er heilt serstakt fyri okkum og næmingarnar, tí tað er bert ein bólkur úr Føroyum, ið verður útvaldur.


Vit fingu á fyrsta sinni innbjóðing at luttaka á Ungdómstinginum á Christiansborg í 2018, eftir at samfelagsfrøði gjørdist lærugrein í føroyska fólkaskúlanum.
Tá fingu vit á fyrsta sinni eisini næmingar við, sum tá gingu í 7. flokki, Nikolinu Ravnsfjall og Kristinu Nattestad.
Tvey ár seinni, til annað Ungdómstingið, fingu vit 9. floks næmingarnar, Beintu Ellefsen og Ronju Reginsdóttir Olsen við.
Nú, í triðju royndini av trimum møguligum, eru Durita Vón Vidtfeldt og Bjørk Akselsen úr 8. flokki valdar at luttaka á Ungdómstinginum.

Uppskotið, ið tær hava við sær á Christiansborg, snýr seg um at fyribyrgja strongd hjá børnum og ungum.
Í stuttum kann sigast, at hetta verður gjørt ígjøgnum eina nýggja lærugrein, ið skal læra børnini um seg sjálv, sínar styrkir og førleikar, og á tann hátt gera tey betur mótstøðufør móti pressi uttanífrá.
Uppskotið byggir á, at ein tilvitan um seg sjálvan, og hvat ein megnar, á ein jaligan hátt ger, at børn og ung á sunnan og skilagóðan hátt megna sítt lív.

 

Ungdómstingið verður 30. januar 2023, og vit koma at fylgja við.

Her eru Durita og Bjørk avmyndaðar saman við Inga Wiberg, sum á triðja sinni hevur næmingar, ið fara á Ungdómstingið á Christiansborg.