
13.12.2022 |
Skráin teir komandi dagarnir
Frá í morgin og til vit fara í jólafrí verður vanliga undirvísingin niðurløgd.
Mikudagin 14. desembur til og við mánadagin 19. desembur hava vit jólaverkstøð.
Á Giljanesi eru vit í skúla frá kl. 08.00 – 12.35.
Í Miðvági eru 1. og 2. fl. í skúla til kl. 11.20 mikudagin og mánadagin, og til kl. 12.35 hósdagin og fríggjadagin. Tey fara sum vant í frítíðarskúla aftaná.
Týsdagur 20. desembur
1. - 3. fl. møta á Giljanesi kl. 08.00 - 11.20 til jólasjónleik hjá 7. fl.
Skúlabussurin koyrir tey heim/í frítíðarskúla kl. 11.20.
4. - 10. fl. møta á Giljanesi til sjónleik kl. 10:30 - 12.30.
Mikudagur 21. desembur
Kl. 10.00 møta øll til jólaguðstænastu í Sandavágs kirkju.
Næmingarnir fáa jólapakka og næmingar í 6. - 10. fl. fáa ummælisbløð.
1. og 2. fl. fara í fríðtíðarskúla kl. 11.20.
So er jólafrí, og vit møta aftur í skúla týsdagin 3. januar 2023.
Gleðilig jól😊