.png&Resolution=75&Compression=90&Width=420&Height=250&Crop=1)
14.10.2022 |
Nýggjur telefonpolitikkur
Tá ið vit fara í skúla mánadagin, verður nýggjur telefonpolitikkur fyri næmingarnar.
Skúlastýrið samtykti 6. oktobur nýggjan telefonpolitikk fyri skúlan.
Ásannast má, at telefonir hava órógvað ov nógv á skúlanum. Tí verður strammað upp á hesum økinum.
Hinvegin fer skúlin í gongd við at gera umstøðurnar hjá elstu næmingunum betri í fríkorterunum.
Økið verður skipað betur. Vit hava keypt spøl og annað, sum næmingarnir kunnu brúka í fríkorterunum. Eisini fara vit at seta í gongd ymiskar aktivitetir í fríkorterunum fyri næmingarnar.
Røklaskipan verður eisini sett í verk í 7. - 10. flokki. Røklarnir koma at gera klárt til fríkorter og koma at rudda av aftur.
Sí nýggja politikkin undir "Kunning" á heimasíðuni.