
12.9.2022 |
Rudda Føroyar
Altjóða ruddidagur er leygardagin 17. septembur 2022.
Í tí sambandi fara næmingar á Skúlanum á Giljanesi at rudda í Miðvági og Sandavági.
1. - 4. fl.og 6. fl. fara at rudda í morgin, týsdagin 13. sep.
Mikudagin 14. sep. fara 8. og 9. fl. at skilja og viga burturkastið.
Av tí at 5. og 7. fl. skulu til landsroynd, verða tey ikki við í ruddingini.
Næmingarnir mugu vera í klæðum, ið eru góð at røra seg í, og sum er hóskandi til veðrið.