Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

17.5.2022 |

Lærarastørv í Skúlanum á Giljanesi skúlaárið 2022-2023


Hesi lærarastørv eru leys at seta í Skúlanum á Giljanesi frá 1. august 2022 at rokna:


  • Eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv vegna avlopstímar og niðursetta tíð skúlaárið 2022-2023
  • Eitt tíðaravmarkað starv vegna avlopstímar (uml. 0,70) skúlaárið 2022-2023

Endaliga tímatalið verður ásett 1. septembur 2022

 

Søkt verður eftir lærarum, sum:

  • Hava læraraútbúgving
  • Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
  • Duga at samstarva og eru fyrikomandi
  • Eru fúsir at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum
  • Eru við til áhaldandi at menna skúlan
  • Eru stundisligir og nærlagdir
  • Tola broytingar
  • Hava góðar KT-førleikar
     

Okkum tørvar:

  • Lærarar, sum kunnu undirvísa í: støddfrøði í innskúling og hádeild, alis- og evnafrøði, náttúru-og tøkni, donskum, ítrótti, svimjing, smíð og tónleiki
  • Lærarar, sum vilja átaka sær flokslæraraleiklut
  • Orðblindalærara
     

Lønar- og setanartreytir:
Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

 

Eftir 1. juni 2022 verður barnaváttan kravd.

 

Umsóknir:
Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo í seinasta lagi týsdagin 31. mai kl. 12.00.

 

Nærri fæst at vita um størvini hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425.