
8.3.2022 |
Time out
Nýggjur bólkur byrjar í mars
Hevur tú eina mammu, ið hevur tunglyndi ella angist?
Kanska hevur tú ein pápa við bipolarari sjúku ella skitsofreni ella eitt systkin við borderline ella etingarólag?
Óansæð hvussu tú ert avvarðandi at einum, ið hevur eina sálarligari sjúku, so eru vit her fyri teg!
Nýggjur bólkur byrjar í mars 2022!
Freistin at tekna seg til er 14. mars!
Í Sinnisbata bjóðar vit avvarðandibólkar til øll ung millum 12-18 ár, ið eru avvarðandi at foreldrum ella systkjum við sálarsjúku. Tað er eingin skomm, og hjá okkum kanst tú føla teg tryggan og hava eitt friðstað at práta og vera saman við øðrum, ið hava tað júst sum tú!
Vit hava dugnalig fakfólk, ið læra teg um sjúkurnar, finna upp á spennandi og stuttligt innihald, tá tit møtast í bólkunum - og bjóða lekkran døgurða hvørjaferð! Týdningarmiklasta av øllum er, at tú ikki følir tær einsamallan við tínum tonkum. Og í bólkunum hjá okkum eru allir tankar loyvdir. Onkuntið følir tú kanska vreiði, onkuntíð ert tú kanska keddur og samstundis er tað møguliga einsemi, tú kennir - tí tú ikki følir, tú kanst práta við nakran um tað, sum skilir teg. Men tað gera vit! Og líkamikið hvat tú hugsar ella hvat tú følir, so kunnu vit rúma tí og hjálpa tær til at vera í tí saman við tær.
Tú fert at hitta onnur børn og ung, ið eru í júst soma støðu sum tú - og sum heilt sikkurt føla, sum tú gert. Hetta er títt Time Out!
Hevur tú hug at vera við? So er at fara inn á heimasíðuna hjá Sinnisbata og tekna teg.
(Um tú ert undir 18 ár, er neyðugt við loyvi og undirskrift frá foreldrum ella verja).
***
Les meira um Time Out bólkarnar fyri børn og ung her: http://sinnisbati.fo/.../avv.../time-out-bolkarnar-12-18-ar/
Vinaliga/Kind Regards
Laura Apol
Aðalskrivari/General Secretary
Áhugafelag teirra, íð hava sálarsjúku og avvarðandi teirra
Sinnisbati
c/o MEGD
Íslandsvegi 10C,
FO-100 Tórshavn
Tlf.: +298 59 7913
Teldupost: sinnisbati@sinnisbati.fo