Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Lærarastovan á Giljanesi:

34 44 21
Fundarhølið á Giljanesi:
34 44 22

Lærarastovan í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

26.1.2022 |

Korona


Nýggj tilmæli galdandi fyri næmingar og starvsfólk


Tilmæli til børn, næmingar og starvsfólk á dagstovnum og skúlum í Føroyum

Sambært leiðreglunum um sóttarhald eru børn, næmingar og starvsfólk at meta sum ”aðrar kontaktir” tá ið ein tilburður við korona er á eini stovu á dagstovninum ella í einum flokki í skúlanum. Við høga smittutalinum í løtuni, kemur tað ofta fyri, at ein stova ella flokkur verða rakt av fleiri tilburðum um vikuna. Hetta hevur við sær at børn, næmingar og starvsfólk í nøkrum førum skulu kannast nærum dagliga.

 

Landslæknin mælir til at børn, næmingar og starvsfólk á dagstovnum og skúlum í Føroyum lata seg kanna við PCR-kanning í mesta lagi tvær ferðir um vikuna. Skundkanningar kunnu brúkast ístaðin, tá talan er um screening. Tey, sum hava sjúkueyðkenni, eiga at halda seg heima til tey hava fingið negativt svar frá PCR-kanningini.

 

Tað er bert barnið, næmingurin ella starvsfólkið, sum hevur havt samband við tann smittaða á stovninum/skúlanum, sum skal lata seg kanna, ikki øll familjan hjá barninum, næminginum ella starvsfólkinum, sum hevur verið í saman við ein smittaðan persón.

Starvsfólk, sum eru koppsett 3 ferðir, kunnu eisini koma til arbeiðis um tey verða mett sum ”tættar kontaktir”. Tey eiga tó at lata seg kanna (PCR-kanning) 4. og 6. dag. Um tey hava sjúkueyðkenni, eiga tey at halda seg heima.

Børn, næmingar og starvsfólk, sum hava havt COVID-19 innanfyri seinastu 6 vikurnar skulu ikki lata seg kanna av nýggjum, um tey hava verið í samband við ein positivan. Hetta tí, at kanningin kann verða positiv í vikur eftir, at tey høvdu COVID-19. Um tey ikki hava sjúkueyðkenni, verður ikki mælt til, at tey fara í sóttarhald, heldur ikki um ein positivur er í húskinum. Hava tey sjúkueyðkenni, verður mælt til, at tey fara í sóttarhald, til 48 tímar eftir, at tey seinast høvdu sjúkueyðkenni.