Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

4.11.2021 |

Nýggj koronutilmæli


Nú talið av koronutilburðum er vaksið nógv síðstu vikurnar, ger Skúlin á Giljanesi ymiskar tillagingar eftir tilmæli frá Undirvísingarstýrinum.


Hetta kemur at ávirka dagligu skúlagongdina á skúlanum.

 

Felags morgunsangur er avlýstur, men verður hildin í skúlastovunum ístaðin.
Matarsteðgurin er inni í skúlastovunum.
 

Ítróttur hjá 1. og 2. fl. verður í Miðvági og svimjingin í Kvivík er fyribils avlýst. Ístaðin hava øll í 2. fl. ítrótt saman.
 

Á Giljanesi verður ítróttarhøllin stongd í fríkorterinum.
Tá kunnu næmingarnir vera inni í skúlastovunum og úti.

 

3. fl. gongur sum vanligt við ítróttarhøllina.

3. – 6. fl. skulu bara brúka inngongdina í neðra

7. – 9. fl. skulu bara brúka inngongdina í erva.

 

Næmingar verða mintir á at halda frástøðu, at vaska hendur og/ella spritta.
Eisini verður farið til skipanina, at hvør flokkur er ein bólkur, sum ikki kemur saman við øðrum flokkum.

 

Foreldur verða biðin um ikki at koma inn í skúlan.

 

Vit royna at fyribyrgja, at næmingar samlast á felagsøkjunum í skúlanum. Næmingarnir verða eggjaðir til bert at vera saman við sínum árgangi.

 

Tað er umráðandi, at næmingarnir hava egið pennahús við øllum amboðum - blýantar, litblýantar, blýantspískara, viskileður, linjál, saks, límstift v.m. - alt tað, ið teir hava brúk fyri í undirvísingini.

 

Vit halda sjálvandi fram við at gera okkum stóran ómak við at hava gott reinføri og royna so vítt møguligt at hava tilmæltu frástøðuna.

 

Nú støðan er, sum hon er, verður mint á at vera serliga varin. Tað vil m.a. siga, at hevur næmingurin sjúkueyðkenni, so mæla vit til, at verða heima og lata seg testa.