
23.8.2021 |
Fyrilestur um rúsevnismisnýtslu
Mikudagin 8. september kl. 19.00 skipa Viðgerðarstovnurin Frælsi og SSP Vágar, í samstarvi við Sørvágs kommunu og Vága kommunu, fyri fyrilestri um rúsevnismisnýtsla millum ung.
Mikudagin 8. september kl. 19.00 skipa Viðgerðarstovnurin Frælsi og SSP Vágar, í samstarvi við Sørvágs kommunu og Vága kommunu, fyri fyrilestri um rúsevnismisnýtsla millum ung. Fyrilesturin er ókeypis og verður í Skúlanum á Giljanesi frá kl. 19:00 til 20:30.
Á fyrilestrinum verður m.a. umrøtt:
‣ Hvat er rúsevnismisnýtsla?
‣ Hví taka so nógv ung rúsevni í dag?
‣ Hvussu kunnu vit fyribyrgja rúsevnismisnýtslu?
‣ Hvørji eyðkenni skal ein vera varugur við?
‣ Hvussu hjálpa vit ungum við rúsevnismisnýtslu?
Fyrilesturin er almennur og er viðkomandi fyri foreldur og starvsfólk og umsorganarpersónar, sum eru um ung í gerandisdegnum. Fyrilestrarhaldari er Erling Fles, løggildur sálarfrøðingur.
Eisini verður høvi at seta spurningar!