Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

6.6.2021 |

Broyting í undirvísingini komandi vikuna


Vegna korona er allur 8. fl. og 11 lærarar í Skúlanum á Giljanesi í sóttarhaldi.

 

Teir fyrstu lærararnir koma aftur til arbeiðis í seinnu helvt av komandi viku.

Umframt hetta, hevur pedagogfelagið lýst arbeiðssteðg fyri starvsfólk.


Vegna ov fá starvsfólk mugu vit broyta undirvísingina í komandi viku.
 

Mánadagin 7. juni eru 1. - 5. fl. í skúla.

Týsdagin 8. juni eru 1. - 5. fl. í skúla.

Mikudagin 9. juni er 1. - 6. fl. í skúla.

Hesar dagar eru somu starvsfólk um hvønn árgang.
 

7. flokkur kemur í skúla aftur hósdagin 10. juni.
 

Tíðirnar eru tillagaðar:

1. og 2. fl. ganga í skúla sambært tímatalvuni.
 

3. fl. gongur í skúla sambært tímatavuni, men
hevur frí kl. 11:20 mánadagin.
 

4. fl. hevur frí kl. 11:20 mikudagin.
Annars er alt sambært tímatalvuni.
 

5. fl. hevur frí kl. 13:30 mánadagin.
Annars er alt sambært tímatalvuni.
 

6. fl. kemur aftur í skúla mikudagin 9. juni
og hevur frí kl. 13:30 mikudagin.
 

7. fl. kemur aftur í skúla hósdagin 10. juni
og gongur í skúla sambært tímatalvuni.
 

8. fl. kemur aftur í skúla mánadagin 14. juni.
 

9. fl. er til munnligar próvtøkur sum vanligt.
Tó er próvtøkan í donskum í morgin flutt til 16. juni.
 

10. fl. er til munnligar próvtøkur sum vanligt.

 

Heitt verður á næmingar, foreldur og onnur avvarðandi um at vera serliga varin komandi tíðina.

Hevur næmingur sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, verður hann biðin um at vera heima og lata seg kanna.

 

Foreldur og onnur avvarðandi verða biðin um ikki at koma inn í skúlan.

 

Næmingar í 8. fl. skulu minnast til at lata seg kanna á 4. og 6. og 10. degi eftir samband við smittaða næmingin.