3.6.2021 |
Korona
Skúlin hevur fingið boð um, at systkin hjá næmingum í 7.b og í 8.a hava fingið korona. Eisini hevur sonur lærara fingið korona.
Lærarin og hesir báðir næmingarnir í 7.b og 8.a eru farnir í sóttarhald.
7.b og 8.a halda seg fyri seg sjálvar á skúlanum í dag.
Tá korona verður staðfest, skal húsarhaldið í sóttarhald.
So leingi okkara næmingar/lærari ikki hava fingið staðfest korona, skulu hinir næmingarnir í flokkunum IKKI í sóttarhald.
Nærri kunning kemur um støðuna, tá svar koma uppá koronakanningarnar, men í løtuni er skúlagongd sum vanligt.