Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

7.5.2021 |

SkúlaFM í talvi


Eitt av okkara liðum vann undankapping


Hesa vikuni hevur Skúlin á Giljanesi verið vertur fyri undankappingum í SkúlaFM í talvi.

 

Í gjár telvaðu 20 lið, omanfyri 120 børn í 3. og 4. fl.

Í dag telvaðu 22 lið frá 5. fl. og eldri, so tilsamans hava fleiri enn 250 børn telvað á Giljanesi hesa dagarnar.

 

Vit høvdu 4 lið við í gjár og 3 lið í dag.

Úrslitini vóru góð, nøkur lið vóru heilt nær við at vinna sær finalupláss, men gjørdust akkurát ov stutt.

 

Elsta liðið hjá okkum vann undankappingina í dag og eru tí klárir at kappast um FM heitið um slakar tvær vikur.

 

Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku og góða eydnu:-)