
21.4.2021 |
Kvøldskúlaframsýning 25. apríl
Flaggdagin fara næmingar í kvøldskúlanum í Vága kommunu at sýna fram handaligt arbeiði, ið teir hava evnað í vetur.
Framsýningin verður í fimleikahøllini á Giljanesi frá kl. 15:00–18:00, tó verður stongt, meðan flaggdagshaldið er.
Flaggdagshaldið byrjar kl. 16:00.
Aftaná fara næmingar hjá Holgar Jacobsen at spæla nøkur løg.
Næmingar í 7. flokki selja kaffi, te og vaflur.
Tikið verður bert móti reiðum peningi.
Øll eru hjartaliga vælkomin.