
21.4.2021 |
Fyrilestur um relatiónsførleikar og yrkisligt samskifti
3. juni í Miðvágs skúla
Hóskvøldið 3. juni skipar Barnabati fyri áhugaverdum fyrilestri um relatiónsførleikar og týdninginum av yrkisliga samskiftinum.
Fyrilesturin verður í aulini í bygdaskúlanum í Miðvági frá kl. 18.30 til kl. 20.30.
Seinasta freist at tekna seg er 1. juni.