Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

16.12.2020 |

Jólahaldið verður øðrvísi í ár


Góðu foreldur!

 

Skúlin tekur atlit til økta smittutrýstið, sum er í løtuni, og tí skipa vit okkara jólahald øðrvísi í ár.

 

Jólaframførslan, við sjónleiki og sangi fyri skúla og familju, er avlýst.
Í staðin verður jólahaldið skipað soleiðis, at vit øll kunnu føla okkum trygg.

Jólasjónleikurin hjá 7. flokki er filmaður, og vit hyggja at honum hósmorgunin.

Tit foreldur hjá børnunum í 7. flokki kunnu síggja sjónleikin heima seinni sama dag.

Árliga skúlaguðstænastan við luciugongd verður filmað, og flokkarnir fara at sita í floksstovunum og hyggja at guðstænastuni.


Næmingarnir møta fríggjadagin 18.12 kl. 10:00 í floksstovunum til jólaguðstænastu. Eftir guðstænastuna fáa teir jólapakka, og eldru næmingarnir fáa støðumet, og so er jólafrí.

 

Skúlabussurin koyrur hesar tíðir fríggjamorgunin:

Kl. 09:30                  úr Vatnsoyrum

Kl. 09:35                  av Heiðum

Kl. 09:45                  frá skúlanum í Sandavági

Kl. 09:48                  úr Sørpum

 

Vit møta aftur í skúla mánadagin 04.01.2021 kl. 8:00.

 

Gleðilig jól øll somul.