Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

10.12.2020 |

Øll skúlabørn fáa bókagávu á jólum


BankNordik stuðlar átakinum Føroyar lesa og vil vera við til at lyfta uppgávuna at fáa børn og ung at lesa meira. BankNordik hevur tí latið øllum skúlabørnum í landinum eina bókagávu upp undir jól. 

 

Lesivanakanningin frá 2017/18 vísti, at tað hevur sera stóra ávirkan á lesitíttleikan hjá børnum og ungum, um bøkur eru tøkar hjá teimum at lesa ella ikki. Kanningin vísti, at tey, ið eiga nógvar bøkur við hús, hava lyndi til at lesa meira enn tey, ið eiga fáar. Við hesi bókagávuni frá BankNordik og Føroyum lesa fáa øll børn og ung somu fortreytir at lesa meira á jólum. 

 

BankNordik og Føroyar lesa vóna, at bókagávan fer at skapa lesigleði millum børn og ung á jólum.