Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

23.10.2020 |

Skúlastýrisvalið 2020


Uppstillingarfundur


Uppstillingarfundur til Skúlastýrið verður mánakvøldið 26. oktobur kl. 19.00 í reyðu trappuni á Skúlanum á Giljanesi.

 

Skrá:     
Kunning um skúlastýrisvalið.

Kunning um virksemi hjá skúlastýrinum.

Møguleiki verður at seta spurningar.
 

Tað ber til at gera uppstillingarlistar á fundinum.
Uppstillingarlistar við 6 valevnum og 6 stillarum ella uppskot til valevni við stillara, skulu sendast til Annbritt Toftegaard, skúlastjóra og forkvinnu í valnevndinií  seinasta lagi 3. novembur kl 12:00.
Teldupostur: annbritt.toftegaard@skulin.fo 

 

Vallistar til skúlastýrið liggja frammi á skrivstovuni hjá Vága Kommunu. Skrivstovan er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 10:00 til kl. 12:00 og frá 13:00 til 15:00.

Valrætt og valbæri hava foreldur, sum hava foreldramyndugleika yvir teimum børnum, sum eru skrivað inn í skúlan.

Valstaður til skúlastýrið í Skúlanum á Giljanesi er í ítróttarhøllini á Giljanesi.
Valið er sama dag og saman við kommunustýrisvalinum.