Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

8.10.2020 |

Prutl


Áheitan til foreldur


 

Seinastu árini er tað vorðið alsamt meira vanligt, at næmingar ogna sær prutl.

 

Vit, sum skúli, kunnu ikki taka okkum av, hvørt tey eru lóglig, ella um næmingurin hevur koyrikort ella hjálm.

Hesa ábyrgd eiga foreldur ella verji.

 

Vit vera í stóran mun órógvað í skúlatíðini av hesum prutlum.

Tað vísir seg tíanverri, at fleiri næmingar fara av skúlans øki í skúlatíð við prutli. Skúlin hevur ábyrgd av øllum næmingum skúlans, og tí er tað sera óheppið.

 

Vit sum skúli, kunnu ikki taka ábyrgd av tí, sum hendir uttanfyri skúlans øki, hóast hetta er í skúlatíð.

 

Vit heita tí á tykkum foreldur/verja, um staðiliga at heita á børn tykkara, um ikki at brúka prutl í skúlatíð.

 

Vinarliga

Leiðslan