
6.10.2020 |
Føroyar lesa
Átakið Føroyar lesa er farið av bakkastokki við nýggjari heimasíðu og nýggjum tilfari. Átakið hevur til endamáls at stimbra lesihugin hjá øllum føroyingum.
Skipað verður fyri tiltøkum, har fólk savnast um tað at lesa.
Heimasíðan verður miðdepil fyri íblástri, upplýsing og kunning um lesing, soleiðis at børn og vaksin kunnu finna viðkomandi tilfar.
Vitja heimasíðuna føroyar lesa her og ver eisini við í kappingini um at vinna ein lesikrók til alla familjuna.