24.8.2020 |
Nýggja spæliplássið
Tað má fáa frið nakrar dagar.
Hesa vikuna verður síðsta hond løgd á at gera nýggja spæliplássið á Giljanesi.
Í morgin seinnapart byrja teir at leggja ovara lagið á vøllin, og tað krevur frið í nakrar dagar, annars kann tað fáa skaða, og tað verður dýrt at umvæla.
Gongur sum ætlað, so fer at bera til at brúka spæliplássið leygardagin. Tit frætta nærri seinni.
Skúlin heitir staðiliga á foreldur um at geva børnum sínum hesi boðini.