Á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

 

Tel:

34 44 24

Fart:

79 44 24

 

Starvsfólkarúm á Giljanesi:

34 44 21

Starvsfólkarúm í Miðvági:
34 44 23
Húsavørðurin:
79 44 20

Pallurin:

79 44 18
Teldupostur:

sag@skulin.fo





























 

admin    

17.8.2020 |

Kunning um skúlabyrjanina


Góðu næmingar og foreldur

 

Vælkomnum aftur í skúla týsdagin 18. august. 

 

Av tí korona aftur ger um seg eru ymsar tillagingar gjørdar at byrgja fyri smittuspjaðing.

  

Undirvísingin verður skipað í floksstovunum, og miðað verður eftir at halda allar flokkarnar atskildar, soleiðis at næmingarnir bara eru saman við næmingunum í sínum egna flokki.

 

Tá næmingarnir koma í skúla á morgni, tekur lærari ímóti og øll skulu vaska hendur. Gott um tit tosa við børnini um handreinføri heima. Sápa og spritt eru í øllum stovum og eisini standa spritthaldarar ymsastaðni í skúlanum. Vit skulu vaska okkum um hendurnar, tá vit koma í skúla, áðrenn vit fara út í fríkorter, áðrenn vit fara inn aftur í tíma og í samband við máltíðir.

 

Serliga skipað vasking og spritting verður framhaldandi í øllum stovum.

 

Eingin felags morgunsangur verður.
Næmingarnir skulu út í fríkorter, og tí er tídningarmikið at verða ílatin eftir veðrinum. Økini verða uppdeild til flokkarnar. Tá næmingarnir koma inn aftur skulu teir beinleiðis inn í skúlastovurnar.

 

Foreldur skulu ikki koma inn í skúlan, hvørki tá skúladagurin byrjar, ella tá skúladagurin endar.

 

Tað er umráðandi, at næmingarnir hava alla útgerð til skúlaarbeiðið við sjálvi. Her verður hugsað um eitt vælútgjørt pennahús við øllum tí vanliga, umframt saks, límstift og litblýantar. Tað ber tíverri ikki til at lána frá skúlanum ella floksfeløgum.

 

Hava starvsfólk ella næmingar sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, skulu tey ikki møta í skúla. Tað sama er sjálvsagt galdandi, um næmingur ella starsvfólk eru sett í sóttarhald eftir galdandi mannagongdum.

 

Er næmingur í serligum vandabólki, verður mælt til, at tosað verður við lækna, áðrenn avgjørt verður, at barnið kemur í skúla.

 

Týsdagin 18. august møta vit soleiðis:

 

1. fl. møtir kl. 13:00 uttanfyri Miðvágs skúla. Sí kunningarskriv á heimasíðuni

2. fl. møtir kl. 10:00 í Miðvágs skúla.


3. fl. møtir kl. 10:00 á Giljanesi.
3. a í stovu G3 (við ítróttarhøllina).
3. b í stovu G2 (við ítróttarhøllina).

 

4. - 6. fl. møta kl. 10.00 á Giljanesi. Inngongd er á niðaru hædd, lærarar vísa næmingunum beinleiðis inn í floksstovurnar. 

 

7. - 9. fl. møta kl. 10.00 á Giljanesi. Inngongd er á ovaru hædd, lærarar vísa næmingunum beinleiðis inn í flokssstovurnar.

 

10. fl. møtir kl. 09:00 á Giljanesi í stovuni viðsíðunarav skúlakøkinum.
Bussur koyrir frá Sørvágs skúla kl. 8:45.


Skúladagurin endar kl. 11:20.

 

Mikudagin 19. august byrjar vanliga skúlagongdin, har vit fylgja tímatalvuni, tó við smávegis tillagingum.

 

Skúlabussurin koyrir soleiðis týsdagin og mikudagin.
Endaliga bussplanin verður løgd út í vikuni.

·          

Týsmorgunin:

            08.45 Sørvágur – Giljanes 10. flokkur

            09.30 Vatnsoyrar – Heiðar – Giljanes   

            09.45 Sarpar – Giljanes bert 3. flokkur

            09.55 Sarpar – Miðvágur bert 2. flokkur

1. - 3. fl. heim aftur

 

Mikumorgunin:

            07.25 Úr Sørvági 10. fl.

            07.30 Vatnsoyrar – Heiðar – Giljanes

            07.45 Sarpar – Giljanes bert 3. flokkur

            07.55 Sarpar – Miðvág 1. og 2. flokkur

1. - 3. fl. heim aftur

 

Ferðslan

Tað er sera nógv ferðsla á skúlaøkinum um morgunin, bæði bilar og súkklur. Vit heita inniliga á foreldur og børn um at vera sera varin.

 

Øll á súkklu SKULU leiða súkkluna í brekkuni niðan á skúlan!


Best er, um foreldur seta børnini av við busssteðgistaðið.

Tá koyrt verður niðan á skúlaøkið er skjótt, at tað blívur trafikkproppur, og tí má gerast skjótt av, tá børnini skulu setast av. Børnini mugu verða klár at fara úr bilinum, tá bilurin steðgar. Bilarnir mugu koyra so langt fram í rundkoyringini, sum til ber.