
14.8.2020 |
Fyrsti skúladagur
Soleiðis gera vit fyrsta skúladag hjá 1. flokki
1. flokkur møtir týsdagin 18. august kl. 13.00 uttan fyri Miðvágs skúla saman við í mesta lagi tveimum vaksin avvarðandi.
Fyri at halda tilmælini um ikki at samla óv nógv fólk og at foreldur ikki skulu inn í skúlan, skipa vit dagin soleiðis:
Børnini úr Sóljugarði fara við avvarðandi í bygdarhúsið, har vit hava eina løtu saman. Síðani fara børnini við lærarunum inn í skúlan at síggja flokshølini og práta eitt sindur. Eftir umleið ein hálvan tíma fara børnini við avvarðandi yvir í Smílikulluna at vitja.
Børnini úr Miðgarði fara við avvarðandi í Smílikulluna at vitja. Síðani verður farið í bygdarhúsið, har vit hava eina løtu saman. Eftir hetta fara børnini við lærarunum inn í skúlan at síggja flokshølini og práta eitt sindur.
Fyri at halda tilmælini, verða hølini sprittað millum vitjanirnar.
Skúlagongdin í Miðvágs skúla byrjar mikumorgunin kl. 8.00.
Lærarar fara at taka ímóti børnunum við inngongdina frá kl. 7.50.
Foreldur skulu ikki koma inn í skúlan við børnunum.